Veðrið

Smyril nærkast Tvøroyri

-

Mynd: Fishin.fo

Mynd: Fishin.fo

2022-09-26 07:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SSL: Tað hevur gingið so mikið væl við dokkingini av Smyrli, at stórsti parturin av arbeiðinum er liðugt, eina heila viku fyrr enn ætlað. Starvsfólkið umborð hevur lagt nógv fyri og arbeitt miðvíst við dokkingarætlanini, so at tað nú ber til at sigla heim aftur til Føroyar.

Somuleiðis hevur manningin umborð á Herjólfi III og farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn gjørt sítt stóra íkast til, at siglingin á leið 7 hevur gingið so væl meðan Smyril hevur verið í dokk.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder