Seinastu árini hevur J&K Petersen arbeitt uppá, at hampa grótbrotið á Prestlandinum, og bleiv økið avhenda til kommununa í heyst.
Har eru nógvir møguleikar, øki er umleið 10.000 m2. Tá ið vit gjørdu ”Visjón 2032” so søgdu vit eisini, at ”ein marina verður gjørd á Prestlandinum í Miðvági.”
Ein marina kann samantvinnað vanliga borgarin og crusieferðavinnuna. Hjá okkara borgarum ber til, at fáa neyst og felagsøki.
Hesi seinastu árini eru vit farin út í eina nýggja spennandi vinnu fyri okkum í kommununi. Nøkur skemtiferðaskip (cruiseskip) hava vitjað okkum seinstu árini, og kemur talið væntandi at økjast komandi árini. Vit sum kommuna mugu hava betri umstøður til hesa vinnu.
Um áhugið er fyri slíkari verkætlan, so er skjótt at fara í gongd við hana.
Dømi uppá hvussu ein partur av marinuni kann síggja út er á myndini.
Set X við Jóanis Albert Nielsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald