2024-05-28 17:38
Tilgongdin hevur tilvitað verið drúgv, tí talan er um ein umráðandi part av víðarimenningini av felagnum. Umframt hetta er tað eisini ein avbjóðandi javnvág at leggja lønta arbeiðsmegi afturat einum felagsskapi, sum í høvuðsheitinum verður borðin av sjálvbodnum arbeiði.
"Vit eru nú komin á mál við at gera fyrstu arbeiðslýsingina av starvinum og vit gleðast eisini almikið um, at vit hava funnið tann rætta til hesa lyklauppgávu í okkara felagi. Frá 1. august í ár verður Steingrím Jacobsen fyrisitingarfólk hjá Skála ÍF. Steingrím er 30 ára gamal og fær læraraprógv um nakrar dagar." sigur Jóannes Prestá, formaður hjá Skála ÍF.
Yvirskipað kemur fyrisitingarfólkið at hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum. Uppgávurnar verða bæði innan fyrisiting á skrivstovuni og praktiskar uppgávur, herav at samskipa kunning og tiltøk, umframt at verða bindilið millum nevndina og hjálparfólk.
Felagið fegnast um at Steingrím hevur valt at taka av hesum møguleika og at menna felagið víðari saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald