FSF: Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Og tað var júst tað, ið føroyska manslandsliðið upplivdi á Tórsvølli hóskvøldið, tá armenar javnaðu til 2-2 í allar seinasta minutti.
Jann Benjaminsen legði Føroyar á odda við góðum fluktara tá 37 minuttir vóru spældir. Leiðslan helt sær til beint fyri hálvleik, tá armenar javnaðu til 1-1, sum eisini var støðan í steðginum.
Í seinnu hálvleiki sat føroyska liðið á tí allar mesta, og mangan stóð nógv á armensku verjuni, ið hevði úr at gera. Og tá góðir fimm minuttir vóru eftir at spæla hoyknaðu teir undan, og Jóannes Bjartalíð legði Føroyar á odda 2-1.
Nú sá gott út, og ein uppiborin sigur var í eygsjón. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Tí tá tríggir av teimum fýra minuttunum, ið dómarin legði afturat, vóru farnir, eydnaðist Armenia at javna til 2-2, og sigurin glapp í evstu løtu.
Sum heild var talan um ein dyst, har føroyska liðið var betri, og okkara menn høvdu heilt víst uppiborið meira enn tað eina stigið.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Norðurmakedónia 3-0 á útivølli móti Lettlandi. Eftir trý umfør eru norðurmakedónar fremst við 7 stigum, Armenia hevur 4, Lettland hevur 3, og Føroyar hava 2 stig.
Sunnudagin verður spælt aftur. Tá taka Føroyar ímóti Lettlandi, og Armenia fær vitjan av Norðurmakedónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald