Ítróttur

SÍF hevði tvey lið í hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini

Hondbóltssambandið hevur í dag avgreitt hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini í ungdómsdeildunum.

2022-02-05 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sandavágs Ítróttarfelag hevði tvey lið í hálvfinalunum. Bæði Gentur 10 liðini vóru komin í hálvfinalurnar, ávíkavist A og B hálvfinalurnar.

Á Eiði møtti Sóljan b – EB. EB vann dystin 7-2. Bronsudystin vann ÍA.

Í Vestmanna møtti Sóljan a – H71 a. Dysturin var sera tættur og úrslitið varð at H71 a var omaná við einum máli.

Sóljan vann bronsudystin móti VÍF.

Dystirnir hjá G10:

Høllin í Vestmanna Hálvfinala 1A: 12.00 Neistin a – VÍF 12-11 Hálvfinala 2A: 12.40 Søljan a – H71 a 6-7 Bronsudystur: Søljan a – VÍF 11-5

Høllin á Eiði Hálvfinala 1B: 10.00 EB – Søljan b Hálvfinala 2B: 10.40 ÍA – H71 b Bronsudystur: 11.30

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini eru 18., 19. og 20. februar 2022.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder