Ítróttur

Síðsta umfar í Silvurliguni í Eysturríki

Silvurligan, menn: Fríggjadagin og leygardagin spælir flogbóltslandsliðið við monnum sínar síðstu tveir dystir í Silvurliguni, sum hesa ferð er í Eysturríki. Umframt Føroyar og vertslandið er eisini Ísrael við. Ísland hevur spælt allar sínar dystir og er tí ikki við hetta umfarið.

2024-06-06 22:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Støðan undan hesum seinasta umfarinum er, at Føroyar eru nr. 3 og Ísland nr. 4, og tað broytist ikki eftir umfarið í Eysturríki. Í løtuni er Ísrael nr. 1 og Eysturríki nr. 2, men enn er ikki avgjørt, hvørt tað verður Ísrael ella Eysturríki, sum vinnur bólkin, men tað hevur kortini ongan týdning, tí sama hvat úrslitið verður teirra millum sunnudagin, er longu greitt, at tað verða tey bæði sum aftur møtast í finaluni í Silvurliguni hósdagin 13. juni. Eisini tann dysturin verður í Eysturríki. Vinnarin av Silvurliguni fær 40.000 evrur, knappar 300.000 kr., fyri ómakin og flytur upp í Gullliguna.
Føroyar spæla ímóti vertunum úr Eysturríki fríggjadagin kl. 15 føroyska tíð. Dystin í Føroyum ímóti Eysturríki vann Eysturríki 3-0 (25-18, 25-16, 25-13).

Leygardagin kl. 15 spæla Føroyar sín síðsta dyst í kappingini, og tá er sterka ísraelska liðið aftur mótstøðulið. Í umfarinum í Íslandi vann Ísrael 3-0 (25-11, 25-12, 25-13) á Føroyum.

Sunnudagin kl. 15 spæla so Eysturríki og Ísrael.

Fríggjadagin kl. 19 spæla føroysku kvinnurnar í høllini á Hálsi ímóti fremsta liðinum í bólkinum, Finnlandi. Vinnur Finnland, so er liðið í finaluni í Silvurliguni, har Portugal verður hitt liðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder