2024-02-25 09:08
Mjølnir er greitt oddalið í Føroya Tele deildinum fyri menn og vóru eisini greiðir favorittar at vinna Bónuskappingina.
Men dystirnir ímillum hesi feløgini eru vanliga langir og spennandi. Lagt varð fyri við nógari styrki í leikinum, har menn sum Christiano Campos, Hjørtur Joensen og Milita Vesovic gingu á odda hjá SÍ. Fyri Mjølnir vóru tað serliga Jóhan Arni Wang, Grzegorzewski Bartlomiej og Matheusz Pazgan sum vístu vegin við hørðum smasjum.
Liðini fylgdust í fyrsta settið, men gjøgnumgangandi hevði SÍ munin og vann settið 25-22. Her vóru tað serliga Christiano Campos og Hjørtur Joensen, sum vóru avgerðandi fyri SÍ.
Í øðrum settið sá betri út fyri Mjølnir. Teir løgdu seg skjótt nakað framum, men megnaðu ongantíð av sleppa greitt undan SÍ, sum áhaldandi bardi seg víðari og helt fast í Mjølnir. Christiano Campos vísti við einum serv essið til 22-22, hví hann er besti servari í føroysku kappingini og móti endanum av settinum var alt opið aftur. Mjølnir fekk settbólt við 23-24, men Hjørtur Joensen avvísti Mjølnir við einum av sínum snildu smasjum. Næsta settbóltin yvirlivdi SÍ eisini til støðuna 25-25. Mjølnir fekk síðani enn ein settbólt, tí SÍ megnaði at fáa sínar servur yvir, men hendan yvirlivdu teir eisini og svaraðu aftur við at fáa ein settbólt við einum sterkum blokki. SÍ hevði bara ein settbólt fyri neyðini. Christiano Campos syrgdi fyri at sláa í blokkin og út, og so var SÍ á odda 2-0 í settum.
Í triðja settið bygdi SÍ sær skjótt eina rúma leiðslu á 7-3 og 9-4, tá Mjølnir tók leikbrá fyri at bjarga settinum og harvið dystinum fyri teir. SÍ tóktist tó at halda fast við eina leiðslu á 5-6 stig og líkt var til, at Mjølnir ikki hevði evnini at finna loysnir ímóti einum vælleikandi SÍ liðið. Men SÍ sløgini byrjaðu at raka uttanfyri vøllin. Mjølnir tyktist omaná og við støðuna 17-13 tók SÍ leikbrá. Líkt var til, at loysnir vóru funnar undir leikbráðssteðginum, tí SÌ vann sær aftur eina 6 stig leiðslu - 21-15. Men Mjølnir svaraði aftur og við støðuna 22-19 tók SÍ seinna leikbráðið í settinum, men eftir tað styttist meira millum liðini. Mjølnir leikti seg upp á støðuna 23-23. Við 24-23 fekk SÍ dystarbólt, men Hjørtur missnýtti eitt smasj og støðan bleiv 24-24. Nú fekk Mjølnir settbólt, sum Matheusz Pazgan gagnnýttið við einum serv essið. Mjølnir tók settið og byrtið nýggjan spenning í dystin.
Í fjórða settið bygdi SÍ sær skjótt eina 6 stig leiðslu, og við støðuna 12-6 tók venjarin hjá Mjølnir, John Syderbø, leikbrá. Eftir tað, hálaði Mjølnir nakað innaftur á SÍ. Støðan bleiv 14-11 og tá tók SÍ leikbrá. SÍ spældi seg upp til eina 6 stig leiðslu aftur eftir leikbráðið, tá støðan bleiv 19-13. Við støðuna 23-15 tók Mjølnir leikbrá, men tað hjálpti ikki, tí eftir næsta bólt, fekk SÍ sett og dystarbólt. Mjølnir yvirlivdi, men SÍ tók tann næsta til støðuna 25-16.
SÍ vann dystin og Bónuskappingini fyri menn 2024.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Christiano Rodrigues Campos, leikandi venjari hjá SÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald