2024-02-23 22:41
U19 dreingirnir hjá SÍ vunnu fyrsta gullið í Bónuskappingini í flogbólti. Sì vann 2-1 á ÍF
Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, har javnbrótari mátti til, áðrenn Christiano Campos, venjari hjá SÍ, kundi fáa sítt fyrsta gullmerki í nýggja felagið sínum, SÍ.
Á U19 liðunum hjá bæði SÍ og ÍF eru fleiri av profilunum á bestu mannsliðunum hjá hesum liðum, men at enda vóru tað Elias E. Petersen, hevari og hansara menn úr SÍ, sum vunnu. Elias gjørdist dagsins besti leikari, og var hann veruliga munurin á liðunum báðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald