2024-02-26 07:26
Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágoynni annars.
Ein av teimum avbera stóru talentunum, sum føroyskur flogbóltur og sørvingar eiga, er Anna Katrina í Haraldstovu.
Anna Katrina og hinar genturnar úr SÍ vunnu í gjár ein greiðan sigur á KÍF, og eru harvið vinnarar av Bónuskappingini 2024 fyri gentur 12. Væntast kann, at føroyski flogbóltsheimurin fer at hoyra munandi meira um Onnu Katrinu, sum tíðin gongur.
KÍF liðið, sum tapti, er í stóran mun skapt av eini eldsál og mammu, Iris Johnsson, sum fyri fáum árum síðani byrjaði at arbeiða sum venjari við einum sera lítlum árgangi í Kollafirði. Í ár megnaði hon at leiða hesar genturnar til finalurnar í Bónus steypakappingini.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist ikki óvæntað Anna Katrina í Haraldstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald