Ítróttur

SÍ lorkaði burtur finalusigurin á Fleyr

Fyrra FM-finalan - Føroya Tele-deildin, kvinnur:Fleyr-SÍ 3-2 (18-25, 25-15, 21-25, 25-15, 16-14)

2022-04-01 11:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Sørvági harmast tey um, at tað ikki eydnaðist at hála sigurin í hús í fyrru FM-finaluni ímóti Fleyr, eftir at SÍ hevði lagt seg á odda 10-2 í fimta setti. Men Fleyr kom afturíaftur og vann 16-14.  

Tað var annars SÍ, sum legði fyri sum eitt óløgi í fyrsta setti og legði seg á odda 7-0. Hóast Fleyr minkaði um munin og kom upp á 13-17, so gjørdist ongantíð ivi um settið, sum SÍ vann 25-18. 

Í øðrum setti var tað øvugt. Eftir 7-7 sleit Fleyr seg leyst og legði seg framum 17-11, áðrenn Sarah Frings smashaði bóltin loddrætt í gólvið hjá sørvingum til 25-15.

Síðani átti SÍ aftur tørn í triðja setti, og skjótt var støðan 12-6 og 16-9 til SÍ. Fleyr kom tó fyri seg og minkaði um munin til 17-19, og so bað venjarin hjá SÍ, Rajko Petrovic, um leikbrá (time out) fyri at royna at steðga bløðingini. Hetta eydnaðist eisini, og SÍ fór frá 20-19 til at vinna settið 25-21.  

Í fjórða setti var tað so aftur Fleyr, sum vant burtur úr SÍ, og støðan gjørdist 10-5 og 20-10. Venjarin hjá SÍ ásannaði, at settið var tapt, og valdi tí at taka, millum aðrar leikarar, Juliiu Kuvshinova út á bonkin at hvíla seg áðrenn avgerandi javnbrótaran. Fjórða settið vann Fleyr 25-15.

Hvíldin mundi koma væl við, tí áðrenn áskoðararnir høvdu fingið tíð at fáa nervar, hevði SÍ lagt seg framum ikki minni enn 10-2, og dysturin tóktist avgjørdur. Fleyr bardi seg tó upp á 8-11 og 10-13, men síðani fekk SÍ fýra dystarbóltar, tá støðan gjørdist 14-10. Fleyr yvirlivdi tann fyrsta, og so fór Hanna Iansdóttir at serva. Brátt var javnleikur 14-14, og síðani fekk Fleyr dystarbólt, og hann varð vunnin, tá smassjið hjá SÍ gjørdist ov langt .  


Seinna FM finalan verður leygardagin í Høllini á Hálsi í Havn kl. 16.

Vinnur Fleyr dystin, so er Fleyr føroyameistari. Vinnur SÍ hinvegin dystin, so verður føroyameistaraskapurin avgjørdur við einum “gullsetti”, sum gongur upp í 15.  


Leygarkvøldið kl. 19 verður seinna mansfinalan millum Mjølnir og ÍF. Vinnur Mjølnir, so er Mjølnir føroyameistari, men vinnur ÍF, so verður føroyameistaraskapurin avgjørdur við einum “gullsetti”, sum gongur upp í 15.  


Báðir dystirnir kunnu síggjast á Rás1 í Televarpinum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder