2023-03-04 14:57
Gentur 12 hjá SÍ vunnu í dag ein tepran sigur á gentunum úr Kollafirði.
Talan gjørdist um sera spennandi dyst, sum leikliga var á sera høgum stigi.
SÍ kom betur frá byrjan, men KÍF tók tær aftur, og líkt var til, at KÍF skuldi vinna 1. sett, til SÍ vann fleiri bóltar á rað og tók settið.
Í 2. settið var SÍ fyri tað mesta á odda við einum ella tveimum stigum.
Dagsins leikari hjá SÍ varð Anna Katrina í Haraldsstovu, og dagsins leikari hjá KÍF varð Hallgerð Mote.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald