2023-03-05 19:41

SÍ vann steypafinaluna ímóti Mjølni, sum var leikt í høllini á Hálsi.
SÍ kom væl frá byrjan og vann 1. sett rættuliga sannførandi við 25-20.
Í 2. setti leikaði meira javn á, og her var Mjølnir á odda stóran part av settinum, men móti endanum kom SÍ upp á liðina á Mjølni og endaði við at vinna settið 27-25.
Dagsins leikari hjá SÍ bleiv Tóki í Haraldsstovu, og dagsins leikari hjá Mjølni bleiv Jákup Árni Elisson Wang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald