2023-03-26 08:32
Gentir 19 hjá SÍ eru júst vorðnar føroyameistarar. SÍ leikti finaluna ímóti Mjølnir og vann 3-1.
Fyrst í mars vunnu sørvágsgenturnar eisini steypafinalurna ímóti Mjølnir, so tær eru nú greipuvinnarar.
Dysturin var sera spennandi og hartil væl leiktur til tíðir. Í 1. og 2. settið var SÍ greitt omaná. Í 3. settið kom Mjølnir sera væl frá byrjan, men sum fráleið vann SÍ leiðsluna aftur og líkt var til, at tær fóru eisini at vinna 3. settið. Eftir at Mjølnir-venjarin tók leibrá, vendi gongdin og Mjølnir vann 3. settið 26-24.
Í 4. settinum fekk SÍ skjótt greiða leiðslu, men Mjølnir kom afturíaftur. Men ikki nóg mikið, tí í seinnu helvt av settinum fleyg SÍ avstað aftur - vann aftur greiða leiðslu - og vann settið og hartil føroyameistaraheitið 25-14.
Dagsins leikari fyri SÍ varð Sólfríð Højgaard Poulsen og dagsins leikari fyri Mjølnir varð Rebekka Osberg Højsted
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald