2023-03-25 07:40
Flogbóltur:
FM-vikuskiftið í Trongisvági fyri yngru liðini heldur fram, og dreingir 14 hjá SÍ eru júst vorðnir føroyameistarar.
Liðið úr Sørvági leikti finalu ímóti TB og var greitt omaná og vann 3-0. Sørvingar lótu ongan iva vera um, at teir ætlaðu at vinna, og høvdu dygdirnar at vinna FM 2022/23.
Somu lið hittust í steypafinaluni fyrst í mars, og tá vann SÍ eisini, og kann so statt kalla seg bæði føroyameistara og greipuvinnara.
Dagsins leikari fyri SÍ var Mateo Eystberg, og dagsins leikari fyri TB, var Ólavur Hammer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald