Ítróttur

SÍ berjist fyri teoretiska FM-møguleikanum

Føroya Tele-deildin, menn:

2023-04-15 12:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Sunnudagin vitjar SÍ Fleyr í Havn, og støðan í landskappingini undan dystinum er, at Fleyr á øðrumplássi er fýra stig frammanfyri SÍ á triðjaplássi, og tí liggur til at koma í FM-finaluna, har mótstøðuliðið verður Mjølnir.

Tó er ikki alt avgjørt, og SÍ hevur framvegis møguleikan at skrykkja finaluplássið frá Fleyr. Men tað krevur í fyrsta lagi, at SÍ vinnur á Fleyr sunnudagin, og eisini fær stig ímóti oddaliðnum Mjølni í síðsta landskappingardystinum um eina viku.

Fleiri matematiskir møguleikar er fyri, hvussu SÍ kann toga seg framum Fleyr, men fastur partur av líkningini er, at hjálpandi hond krevst frá Ternuni í seinasta dystinum ímóti Fleyr um eina viku. Vinnur Fleyr hinvegin trý stig tá, so kann matematikkin “reisa og skríða”, tí tá býður ikki bøtur hjá SÍ, og Fleyr eigur finaluplássið.

Roknskapurin fyri kappingina sigur, at Ternan hevur bara vunnið ein dyst í ár. Tað var fyri einum mánaði síðani, tá Ternan vann 3-2 á einum ungum ÍF-liði.

Støðan fyri næstseinasta umfar í Føroya Tele-deildini hjá monnum:
 
Lið       Dystir / Stig (Settmunur)
Mjølnir    14  /  36     (28)
Fleyr        14  /   30    (16)
SÍ              14  /   26    (10)
ÍF              15  /   14   (-14)
Ternan    15   /    2    (-41)


Írestandi dystir:
Leygardagin 15. apríl: ÍF-Mjølnir kl. 16.00
Sunnudagin 16. apríl: Fleyr-SÍ kl. 13.00

Leygardagin: 22. apríl: SÍ-Mjølnir kl. 18.00
Leygardagin: 22. apríl: Fleyr-Ternan kl. 18.00


Allir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum á https://sg.tv.fo/ras/


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder