Ítróttur

Seyðhundakappingin ”Continental” EM fyri seyðhundar 2023

Í døgunum 24-27 august var ”continental” kappingin hildin í Svøríki har 108 hundar úr 16 ymiskum londum kappaðust. Fyrst bleiv kappast innleiðandi har 6 teir bestu hundarnir á hvørjum degi komu víðari til finaluna, innleiðandi bleiv kappast hósdag, fríggjadag og leygardag, meðan finalan varð sunnudagin 27. august..

Mynd: Ketty Andrea Hentze Winther

Mynd: Ketty Andrea Hentze Winther

2023-08-31 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar høvdu 4 umboð við í kappingini, hesi vóru Anna Sofía Fjallheim við Lynn, Páll Poulsen við Taro, Jónleif Sólsker við Jett og Tummas Jacobsen við Linn.

Hjá Tummas Jacobsen gekk væl innleiðandi, hann endaði nr. 4 og kvalifiseraði seg harvið til finaluna sum bleiv kappast sunnudag.

Í finaluni endaði Tummas nr. 10 sum má metast sum eitt flott úrslit.

Eisini er kappingin skipa sum ein liðkapping, har gjørdust Føroyar nr. 11 av 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder