Mentan

Seyðasýning hevur verið í Kvívík

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku. Fimm hagapartar luttóku. Sýnarar vóru úr Eysturoy. Íalt vóru 54 veðragjólingar og 8 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. Besta eldri veðr..

2026-11-02 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bestu veðragjólingar

  1. Eigari Petur Müller, Ognarhagin
  2. Eigari Valter Ø. Andreassen, Frammihagi
  3. Eigari Oluf Müller, Ognarhagin


Bestu hagar

  1. Ognarhagin                                             17,78 stigum í miðal
  2. Frammihagi                      17,50 stigum í miðal
  3. Leynahagi - Framman fyri húsini17,00 stigum í miðal


Besti veturgamlir veðrar

  1. Eigari Valter Ø. Andreassen, Frammihagi
  2. Eigari Valter Ø. Andreassen, Frammihagi
  3. Eigari Allan Ø. Andreassen, Frammihagi


Besti eldri veðrur

  1. Eigari Zacharias R. Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini
  2. Eigari Jógvan Petersen, Norðurhagi

Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til og lótu stuðul. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

Haruhagarnir blivu eisin seldir, Fjallið fór fyri 12.000 Frammihagi fór fyri 18.500 Norðurhagi fór fyri 30.500 Gásafellið fór fyri 19.500 So samanlagt fóru hagarnir fyri 80.500 kr

Vinarliga

Fyriskipararnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder