2024-07-09 08:00

Fyrstu ferð hendan renningin var fyriskipa var í 2009, tá luttóku 85 fólk.
Túrurin hjá teimum, ið kappast tekur knappan tíma,, Nr 1,2 og 3 fáa heiðursmerki, tá komi er á mál við kirkjugarðsportrið í Sandavági.
Øll kunnu luttaka, bæði tey, ið ynskja at kappast, og tey, ið heldur vilja njóta túrin, sum eina náttúruuppliving.
Luttakarnir verða fluttir við tyrlu hjá Atlantic Airways úr Vatnsoyrum norður á Fjallavatn, og renna tí bara annan vegin.
Renningin verður sunnudagin 14. juli kl 11:00.
Flogið verður av flúgvarabedingini kl 11 og renningin byrjar kl 12
Avmarkað nøgd! Bert 80 atgongumerkir verða seld!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald