Annað

Sera sjáldsamur bláur firvaldur funnin í Vestmanna

Sunnudagin tann 01. juni fann 7 ára gamil Òla Jákup í Eyðansstovu ein heilt serligan og vakran gest í køksglugganum.

2025-06-06 08:00 Author image
Rodmund á Kelduni
placeholder

Tað var ein sera vakur og sjáldsamur bláur firvaldur sum ongantíð er funnin í Føroyum áður, hann hevur einki Føroyskt navn, men á donskum eitur hann Vandreblåfugl (Lampides boeticus).
Vandreblåfugl kann síggjast í øllum londunum í Suður Europa og Norður Afrika og heilt til eystur Asia á somu breiddargradunum. Firvaldurin kann ferðast frá suður Europa upp til Týsklands og suður Bretlands, har hann kann síggjast flúgvandi í eitt nú Lucerneøkrum, larvan livur á ymiskum Fabaceae artum, so sum Lucerne, Lathyrus plantum o.s.f. 
Hann er ikki funnin flúgvandi í Danmark, men larvir eru fundnar í eitt nú slikertrum og sukurertrum sum eru innfluttar til landi.
Hannurin er matt bláligur omaná veingjunum og hevur ein fínan hala aftur úr bakveingjunum, í meðan honin er grábrún omaná við bláari veingjarót, bæði kynini eru ljósagrá á undursíðunum á veingjunum, teir hava fínar rípir við brúnum plettum og svørtum / silvur littum pletti við halanar. 
Tað er lítið sannlíkt at hesin firvaldurin er flogin til Føroyar, havandi í huga hvussu sjáldsamur hann er í Bretlandi, helst er hann innsløgdur við onkrum plantum ella slikk / sukur ertrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder