Annað

Sendi skeivt handrit til prent

Eg eg eri tíverri vorðin varugur við, at eg havi sent skeivt handrit av míni fyrstu skaldsøgu til prent.

2025-09-10 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Yvirhøvur var eg sera óheppin við allari tilgongdini við rættlestri og ritstjórnan.           

Eg havi givið øllum bókahandlunum boð um at taka bøkurnar av hillunum og koyra tær í skrell.

Eg fái rætta handritið prentað sum skjótast, og komi at lýsa, tá bókin aftur verður at fáa.

Øll, sum hava keypt bókina og koma aftur við henni, fáa eitt nýtt eintak frá mær.

Tað eri eg, og eg aleina, sum havi ábyrgdina av mistakinum.

Eg biði so miriliga um umbering.

Kanska ikki annað enn væntandi, tá man bæði vil vera skipari og dekkari á Polo í senn.

Petur Mohr Reinert

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder