Vinna

Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

Enn er nøkur pláss í Norðurlandahúsinum, men bert heilt fá pláss eru eftir til veitsluna aftaná.

2022-09-27 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stórur áhugi er aftur í ár fyri at luttaka á hátíðardegnum hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin.


Sostatt verða væntandi knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyska vinnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september.
 

Skráin fyri Vinnudagin 2022 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum og kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Vinnuátakinum.


Skunda tær at melda til Vinnudagin her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder