Annað

Seðlarnir koma út klokkan átta í morgin

Drápspartarnir eru eitt skinn hvør

2024-06-28 21:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag legði ein stór grind beinini í Hvannasundi. 233 hval løgdu beinini, og drápspartarnir eru eitt skinn hvør. Seðlanir til drápspartarnar koma út klokkan átta á bryggjuni í Hvannasundi.

Restin verður býtt út til grannakommunur. Sýslumaðurin sigur, at hvalir eru koyrdir til Toftir, Eiðis, Skála, Fuglafjørð, Hósvíkar og til Klaksvíkar eisini. Hvussu hetta verður býtt, standa kommunurnar fyri og fara at kunna um hetta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder