Evropa-dreymurin
Lagnan vil, at 07 Vestur nú nærkast tveimum hurðum í senn út í Evropa. Liðið er tvey stig frá fjórðaplássinum í Betri Deildini, sum sannlíkt gevur atgognd til evropeiskan fótbólt, og skuldi liðið vunnið kappingina um Løg-manssteypið, tryggjar tað sær luttøku í undankappingini til Europa Leage.
Tað kundi kanska verið freistandi hjá einum venjara ella liðleiðslu at sett seg at rokna upp á, hvørji sannlíkindi eru best – at enda sum nummar fýra í Betri Deildini ella at vinna steypakappingina.
Michael Schjønberg vissar tó um, at slíkar spekulasjónir liggja honum sera fjart, og at tað ikki kundi komið honum til hugs at niðurraðfest steypa-semifinaluna ímóti HB fyri at standa sterkari í útidystinum ímóti AB.
- Um tað var ætlanin, so hevði tað verið lættast bara ikki at manna lið í semifinaluni, blivið dømd at tapt hana 3-0, men afturfyri spart spælararnar fyri tíð, møði og skaðar og felagnum nógvar pengar. Men tað tað allarmest sannlíka úrslitið av slíkum spekula- sjónum er tó, at tú stendur eftir við einari langari nøs og absolutt ongum øðrum, sigur hann.
Les alla greinina Ingolf S. Olsen skrivaði til 07 Vestur blaðið til steypadystin mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald