Í nógv ár var Michael Schjönberg eitt stórt navn í bæði donskum og týskum fótbólti
á hægsta stigi, hann spældi á danska landsliðnum í 1990’unum, við OB í bestu donsku deildini, og hann var við til at vinna meistaraheitið í týsku Bundesliguni við FC Kaiserslautern í 1998. Bara fyri at nevna nøkur av hæddarpunktunum.
Tí veit hann eisini betur enn tey flestu, hvat krevst fyri at gera seg galdandi í topp- fótbólti, men tá hann beint eftir nýggjár kom til Sørvágs at standa odda fyri besta liðnum hjá 07 Vestur, var tað kortini als ikki fyri at duka sín egna avrikslista í høvdið
á spælarunum á vágaliðnum og teimum rundan um liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald