2023-03-06 18:28

HSF:
Á tíðindafundi í dag, í sambandi manslandsdystirnar millum Føroyar og Rumenia, var eisini kunngjørt, at sáttmálin við Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjara, er longdur til januar 2026.
Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri liðnum til næstu tvær undankappingarnar, HM25-undankappingin og EM26-undankappingin.
Peter Bredsdorff-Larsen tók við venjarastarvinum í 2021 og hevði upprunaliga ein tvey ára sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald