Ítróttur

Sannførandi sigur til Jákup Petur

Eftir enn ein sigur liggur Jákup Petur Eliassen nú klárt á odda í GIANT TT kappingin 2022. Hetta er ein kapping, ið er samansett av fimm Einkultstartskappingum. Eftir fýra umfør hevur Jákup Petur fult stigatal, tvs. 28 stig.

2022-09-17 09:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá kappast verður í Einkultstarti fer ein og ein súkklari avstað, og vanligt er, at tað eru ein minuttur millum hvønn súkklara. Tann starkasti súkklarin byrjar seinast, og eru hinir styrkismettir soleiðis, at tann næst sterkasti byrjar næst seinast osfr.

Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og allir geva alt fyri ikki at verða yvirhálaður av tí súkklara, ið byrjar aftaná. 

Hetta var fjórða kappingin, og nú er bert ein kapping eftir. Við sigrinum mikukvøldið, hevur Jákup Petur nú 28 stig samanlagt, og tað merkir, at hann undan seinasta umfari, eisini er samlaður vinnari av kappingini.

Jákup Petur var undan kappingini tippaður sum vinnari av kappingini. Men Jákup Petur skal saman við føroyska triathlon landsliðnum til Malta at kappast, og hann hevur tí vant nógv í seinastuni. Og hetta fór møguliga at ávirka úrslitið, í tí 27 kilometra langa teininum.

Tað gjørdi tað ikki. Jákup Petur vann sannførandi, og hann kom á mál smáar tveir minuttir frammanfyri nummar tvey.

Spurningurin var hvør skuldi standa við liðina á Jákup Peturi. Casper Rosen hevur vant miðvíst og Bogi Gregersen hevur eisini staðið seg væl í Einkultstarti. Gunnar Dahl-Olsen hevur eisini staðið seg væl, og tað hava Uni Heðinsson og Jens Mortan Rasmussen eisini. So her var spenningur til síðsta sekund, sum tikið verður til. 

Jens Mortan hevur fyri kortum luttikið í stórari IRONMAN kapping í Keypmannahavn, og eftir góðar 13 tímar á sjónum, á súkklu og eitt heilt marathon, vóru menn í iva um, hvørs Jens Mortan endaði á sigurspallinum. Tað gjørdi hann, og tað bleiv til eitt flott bronsuheiðursmerki hjá Jens Mortan.

Á leinkjuni niðanfyri sæst úrslitið frá kappingini og samlaða støðan í GIANT TT kappingini 2022:




GIANT TT kappingin 2022^J samlaða úrslitið eftir fýra um  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder