Vinna

Samlaða tøkan av alilaksi var 89 tús. tons í fjør

Tøkan av alilaksi var uml. 89 tús. tons í kruvdari vekt í 2022. Hetta er umleið 6% minni enn í 2021, tá tøkan var umleið 95 tús. tons.

2023-01-09 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum var í fjør 89 tús. tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 108 tús. tons í rundari vekt.


Talan er sostatt um eina nakað minni tøku í mun til 2021, tá tøkan var uml. 95 tús. tons í kruvdari vekt.


Alivinnan ger áhaldandi íløgur í smoltstøðir á landi og ger onnur átøk fyri at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum. Ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast.


Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder