Ítróttur

Saman flyta vit okkum framá

Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023.

Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, og Elisabeth Haraldsen, forkvinna í Miðvágs Bóltfelag

Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, og Elisabeth Haraldsen, forkvinna í Miðvágs Bóltfelag

2023-01-21 23:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey sum fylgja við kvinnufótbólti vita, at tað er ein avbjóðing at fáa nóg mikið av gentum at spæla fótbólt. Soleiðis er eisini hjá okkum. Um kvinnufótbóltinum skal verða lív laga í Vágum, mugu allar góðar kreftir standa saman. Við hesum samstarvi vóna feløgini at venda gongdini og økja leikaratalið, so at fleiri gentur gerast virknar og fáa tilknýti til ein góðan og sunnan felagsskap. Feløgini hava í fyrstu atløgu avgjørt at samstarva um gentuliðini: U11, U13 og U16.

Vit ynskja at samstarvið skal geva gentunum nøktandi umstøður og avbjóðingar á fótbóltsliðnum, og at vit kunnu vera umboðað í bestu kvinnudeildini í nógv ár framyvir. Feløgini bæði eru samd um, at hetta samstarvið er so týdningarmikið fyri kvinnufótbólt í Vágum, at endadato ikki er sett á samstarvið.

Um samstarvið skal hepnast, mugu øll vera við: leikarar, venjarar, fjepparar, stuðlar og ikki minst kommunurnar. Saman skapa vit bestu umstøðurnar fyri genturnar, ið annars eru í vanda fyri at fara av oynni at spæla. Vit gleðast tí serliga um at kommunurnar vilja gera neyðugu íløgurnar í fótbóltsdeplarnar í Vágum, soleiðis at leikarar og venjarar fáa virðiligar karmar at virka undir.

Sørvágs kommuna er longu farin undir útbyggingar á Dungasandi og Vága kommuna hevur skift vøllin í Sandavági. Harafturat er Vága kommuna sinnað at gera íløgur í hølis- og vallarviðusskiftini bæði í Miðvági og Sandavági. Vit gleðast um at kommunurnar í Vágum standa so sterkt aftanfyri fótbóltsfeløgini bæði.

Eydnast hetta samstarvið væl, verður miðað ímóti at víðka samstarvið til eisini at fevna um lið í bestu kvinnudeildini, um ikki alt ov langa tíð.

Vit vóna, at vágafólk standa saman við feløgunum um hetta samstarvið. Soleiðis fáa feløgini best virkað hvør sær, og harvið eisini saman, til frama fyri fótbóltin í Vágum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder