Ítróttur

Ruddiligur sigur á Liktinstein

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara, tá Liktinstein og Føroyar møttust í venjingardysti á Marbella Football Center fríggjakvøldið. Úrslitið gjørdist 4-0 til Føroyar

Fegnir spælarar eftir at Adrian Justinussen hevur lagt Føroyar á odda 3-0 ímóti Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fegnir spælarar eftir at Adrian Justinussen hevur lagt Føroyar á odda 3-0 ímóti Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

2024-03-23 07:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Við málum frá Pæturi Petersen, ið gjørdi tvey, Adriani Justinussen og Arnbjørni Svensson, vann føroyska A-landsliðið við monnum ein uppibornan og sannførandi sigur á Liktinstein fríggjakvøldið.

Longu eftir fáum minuttum legði Pætur Petersen Føroyar og odda, og nærum allan dystin sat føroyska liðið á tí allar mesta. Beint fyri hálvleik økti Pætur til 2-0, og í seinna hálvleiki fingu Adrian Justinussen og Arnbjørn Svensson, ið spældi sín fyrsta A-landsdyst, hvør sítt mál.

Týsdagin í komandi skal føroyska manslandsliðið í eldin aftur, tá danir taka ímóti á Brøndby Stadion. Fyrsta bríksl verður klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð.

Atgongumerki til landsdystin millum Danmark og Føroyar fáast til keyps í nethandilinum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder