Ítróttur

Rókur takkar fyri seg

Rókur spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2004, bert 17 ára gamal og hevur nú eftir 18 ár á landsliðnum gjørt av at steðga.

2023-01-06 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF skrivar:

Rókur Akralíð hevur gjørt av at stilla hondbóltsskógvarnar á hillina. Rókur spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2004, bert 17 ára gamal og hevur nú eftir 18 ár á landsliðnum gjørt av at steðga. Hann steðgar eisini í sínum felagi Aarhus HC. Rókur er 35 ára gamal og arbeiðir sum lækni í Aarhus.
Rókur byrjaði, sum 7-ára gamal, at spæla hondbólt í Kyndli. Teir høvdu eitt gott ungdómslið og vóru eisni hepnir at hava góðar venjarar. Rókur kom heilt ungur á besta liðið hjá Kyndli og náddi at spæla trý kappingarár í fremstu deildini, áðrenn hann flutti til Danmarkar at lesa og spæla hondbólt. Hann var heima aftur eitt skifti, frá 2017-2018, áðrenn leiðin aftur gekk til Danmarkar.
Rókur var upprunaliga bakspælari, men eftir skaða í økslini varð hann, sum 24 ára gamal, umskúlaður og hevur síðani spælt sum strikuspælari og miðverji.
Rókur viðmerkir um landsliðsleið sína og avgerðina at steðga:
“Ferðin við føroyska landsliðnum hevur verið long og ógvuliga skiftandi gjøgnum tey, eftirhondini, mongu árini eg havi verið við. Landsliðið var tíverri ikki virkið flestu af mínum bestu hondbóltsárum, men hevur hondbólturin í Føroyum, nú gjøgnum fleiri ár verið undir stórari menning, um hugt verður eftir bæði ungdómslandsliðum og A-landsliðinum. Vit eru farnir frá at spæla menningarkappingar, til at spæla ímóti bestu tjóðum í heiminum. Hettar er ikki komið av sær sjálvum, men við miðvísum arbeiði, bæði frá Hondbóldssambandinum, feløgum, leikarum og venjarum. Tað hevur verið ógvuliga stuttligt og gevandi at verið við, serliga tey seinastu árini, har menningin hevur verið ótrúlig. Fortreytin fyri at vera virkin á høgum ítróttarligum støði krevur at tíð og orka verður løgd í venjing og ikki minst styrkivenjing. Hesa tíð havi eg tíverri ikki longur. Eg havi vant minni enn áður og var byrjaður at merkja, at styrki og støði hjá mær heldur ikki var, sum tað hevur verið. Eg havi hugsað um tað í eina tíð eftirhondini, og tað var við blandaðum kenslum, at eg í desember ringdi til landsliðsvenjaran og greiddi frá, at eg hevði tikið avgerð, um at gevast við at spæla hondbólt. Eg vil gjarna takka øllum, sum eg havi møtt á míni hondbóltsleið, bæði leikarum, venjarum, liðleiðarum, fysioterapeutum, HSF og øllum tykkum sjálvbodnum.”
Rókur Akralíð hevur leikt 51 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið og er sostatt leikarin við triðflest landsdystum. Rókur hevur skotið 67 mál fyri Føroyar.
Hondbóltssambandið ynskir at takka tær Rókur fyri tíðina og tín megnar lut á landsliðnum við ynskjum um blíðan byr framyvir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder