2022-12-02 17:20
Leygardagin kl. 17 møtast SÍ og Fleyr í Føroya Tele-deildini við kvinnum í høllini í Sørvági, og í tí sambandi verður eitt sindur meira enn vanligt gjørt burturúr stroymingini á Rás1 í Televarpinum, har eingin minni enn Niels Petersen verður frásøgumaður. Aftrat sær hevur hann Ragnar í Haraldstovu at greina dystin fyri hyggjaranum.
Kl. 13 spæla KÍF og Dráttur í Kollafirð týðandi dyst um bronsuna. Tann dysturin verður stroymdur á Rás2 í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald