Ítróttur

Røða fyri Vága Ríðingarfelag

Hátíðardagur var úti á Dal í gjár, tá snotiliga ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag varð tikin alment í nýtslu. Hátíðarhaldið byrjaði við at Føroya elsti reiðmaður, Svenning Reinert, 87 ára gamla var fyrstur at ríða inn í høllina, við Merkinum veittrandi eins og siður er, tá stórur fagnaður er á skránni.

2023-05-14 23:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Á skránni vóru fleir røður. Regin Poulsen legði fyri og bjóðaði vælkomin. Svenning Reinert greiddi frá um tíðina tá kappríðingar byrjaðu í Vágum og hvussu gott tað altíð hevur verið at koma vestur, ta góðu móttøku Vága Ríðingarfelag, reiðfólk og onnur í Vágum hava tikið ímóti gestum. Formaðurin í Vága Ríðingarfelag, Zacharias R. Jacobsen helt eina røðu og handaði tvey heiðursbrøv til Tummas Hans Gaardlykke og Regin Poulsen fyri teirra ótroyttiliga arbeiði fyri felagsskapin.

Nú høllin stendur klár til at taka í nýtslu er ongin skuld, takkað verið stóra sjálvbodna arbeiðinum og stuðlum. Umframt stóru ríði høllina, eru fimm stallar, har rúm er fyri 30 hestum, og ætlanin er at felagshølini skulu standa klár til næsta aðalfund hjá felagnum um eitt gott ár.

Albert Ellefsen, varaborgarstjóri helt eina røðu, og vegna býráðið og Vága kommunu takkaði hann Vága Ríðingarfelag og teimum sjálvbodnu fyri tað stóra sjálvbodna arbeiði ið verður gjørt í kommununi. Røðan kann lesast niðanfyri.

Ríðihøllin 13.mai 2023

Har eg vaks upp, í Húsagarði, hjá ommu og abba, vóru hestar. Reyði! Tann reyði og vakri við hvítum faksi, og Baldur tann brúni, tann sterki og treiski. Hestarnir vóru brúktir til flutning av hoyggi, torvi, og so til velting ella pløging. 

Tá var ikki so vanligt at fólk riðu til stuttleika. Tó havi eg hoyrt um onkra kappríðing, sum skuldi havt verið áðrenn mína tíð!

Eg minnist serliga tveir, sum dámdu spenningin at sleppa at ríða, til stuttleika. Regin var annar, og hin var barndómsvinurin og skúlafelagin, Henge, Jóan Hendrik Davidsen. Hestarnir stóðu ikki í fjósi,tá, men gingu fyri tað mesta í haganum, tá ið teir ikki vóru til arbeiðis. Skuldi tú ríða, var neyðugt at fanga hestin ella hestarnar, sum ríðast skuldi á. Um Regin var Henga´sa fyrimynd tá, veit ikki. Men í mínum eygum vóru teir báðir djarvir.

Altíð var tað Henge sum legði til, hann var cowboyarin! Ofta kundi ganga ein heilur dagur, áðrenn vit fingu fatur í nøkrum hesti, onkuntíð máttu vit geva upp og royna aftur dagin eftir. Henge valdi ofta teir villu og skjótu, meðan eg við hjálp, frá Henga, slapp uppá onkra gamla ryssu, sum var so breið, at man kundi ganga uppi á henni.

Hesturin var miðskeiðis ella seint í 60-inum avloystur av traktorum og í okkara føri einum Jeepi.

So við og við er áhugin fyri at ganga túrar í náttúruni á hestbaki vaksin. Áhugin at ríða kapp somuleiðis.

Vága Ríðingarfelag hevur eisini ment seg við tíðini, og hevur átt og eigur nógvar góðar reiðmenn, sum hava klára seg væl í kappingum. Tit hava í eitt manna minni stríðst fyri at betra um karmarnar. Tit gjørdu ”Ringbana” við Flúgvarabedingina og tit hava gjørt tykkum ríðibreyt skamt har frá. Eg gitið at tit ynsktu at ríðihøllin lá onkustaðni mitt í millum.

Skalt tú hava hest og djór annars, skalt tú hava góðar umstøður, soleiðis at djórini trívast. Trívast djórini, ger tað daglig dagin lættari og stuttligari, bæði hjá fólki og fæi

Við hesum í huga fóru menn um aldaskiftið í gongd við at finna sær økið til ríðihøll við tilhoyrandi fjósum.

Eg var valdur til borgarstjóra í Vága kommuna 1.januar 2009. Longu 14 dagar seinni 15.januar 2009, var Carl (Joensen) eftir mær, og vildi hava fund, og eitt útspæl frá Vága kommunu. Eg mátti avvísa hann, og lovaði fund seinni.

Av fyrstan tíð var ætlanin at høllin skuldi byggjast út móti Vatninum, tætt við hjá Tummas Hans. Hagaparturin Nípan átti tað økið.

Tann 10.november 2009, fái eg soljóðandi skriv frá Carl, eg endurgevi

Hey Albert
Eg hoyrdi frá Thorfinn at svari frá hagastýrinum á Nípuni var negativt, uppá at keypa ella leiga partar av matrikul 263 til endamáli. ( 7000 m2)

Nú má kommunan fara til verka og ognartaka eitt øki til endamálið. Við nýggju lógini hevur kommunan møguleika at ognartaka partar av matrikulinum til frítíðar øki.

Lat meg vita hvat hendur. Eg havið nógvar sera ónøgdar limir, antin verða teir noyddir at hava rossini í Havnadali fyri at kunna trenað tey ella at lata verða at trenað tey um veturin.

Eg veit um fólk í búgva í Havn ið eiga hús og jørð í Sandavági í hava ætlanir um at flyta til Sandavágs, men vilja ikki tí umstøðurnar at hald ross og trenað tey um veturin er út av lagi vánaligt.

Hetta hevur tikið kommununi fleiri ár at fáa hetta avgreitt, gott nokk fleiri umsóknir og fleiri Bygdarráð. Lat okkum fáa hetta frá hondini so at Vága kommuna hevur eitt gott tilboð afturat til borgararnar í kommununi.

Nú vóru góð ráð dýr! Kommunan var undir stórum trýsti, stórar íløgur vóru í gongd, og nýggjur skúli var á skrá. Tí vildi kommunan ikki ognartaka tað sum Carl ynskti.

Men til alla lukku hevði Miðvágs kommuna í 1986 ognað sær eitt økið Úti á Dal, ætlað til ídnaðarøkið. Býráðið tá 2009 – 2012 kom skjótt ásamt um, at hetta økið var vælegnað til endamálið hjá Vága Ríðingarfelag. Longu árið eftir í 2010 var samtykt ein nýggj byggisamtykt fyri økið. Í 2011 søkir Vága Ríðingarfelag um byggiloyvið, sum verður játtað.

12 ár seinni standa vit her. Hóast høllin er stór, er hon ikki so sjónlig. Hon liggur væl í lendinum, sum stórur dentur varð lagdur á frá byrjan.

Tá ið drotningin vitjaði seinast, spurdi hon av áhugað, hvat tað var fyri ein bygningur hon sá út gjøgnum vindeyga á Gamla Hotelli, fekk tá høvi at fortelja henni søguna.

Átti kommunan ikki økið, tori eg at pástanda, at tað hevði verið seinur dagur, áðrenn nøkur ríðihøll kom upp at standa.

Eg skal ikki átaka mær at siga hvør hevur æruna fyri at høllin er komin. Nógv ivaðust um høllin nakrantíð kom. Men eg má nevna nakrar. Tit báðir, vinmenn gjøgnum alt lívið, Tummas Hans Gaardlykke og Regin Poulsen. Carl Joensen og svágrarnir Thorfinn Nielsen og Jóanis Rasmussen, allir úr Miðvági. Erik H. Hansen úr Bø, og sonurin Jógvan. Og ikki minst Jákup Olsen úr Sandavági. Tit hava veruliga gingið á odda og stríðst. Uttan hjálp og vælvild frá familju og øðrum, hevði hetta ikki borið til. Stuttligt var eisini at fylgja við tann dagin tá takið var lagt á.

Grannin hjá tykkum skyldmaðurin, Jens Eli Ellefsen yrkti

Kempur so seigar, løgdu inn teigar
úr haga til grønkandi bø.

Harðvunnar hendur – garðurin stendur
við klípum frá hæddum í støð.

Her stóðu teir kropnir við haka í hond,
teir saksaðu, veltu og gróvu.

Treiskir teir bygdu á kroppinum land,
meðan sólin sær søkir hav.

Eins og tit, gekk hann saman við øðrum á odda, tá ið vøllurin og bygdarhúsið var bygt. Tit hava gjørt eitt umfatandi sjálvboðið arbeiðið, tit hava lagt eina varða eftir tykkum. Vit eru stolt og glað at hava borgarar, sum gera sjálvboðið arbeiðið fyri felagsskapin.

Høllin gevur nógvar møguleikar, og spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast. Karmarnir og møguleikarnir eru her. Her eru allir møguleikar til alskyns ríðing, og annað savnandi virksemið.

Hálvi miðvingurin og skyldmaðurin Knút Lützen, sum er framúr reiðmaður, segði í samrøðu, eftir hann hevði vunnið norðurlendska gongulagskapping í 2022, at hetta  hevði hann droymt í 22 ár, um at gerast norðurlendskur meistari, og at hann hevði arbeitt hart fyri tí.

Tað skal nógv til at gerast tann besti. Her eru møguleikar íðka ítrótt á hægsta stigið, her eru møguleikar at hugna sær, og her eru møguleikar at læra.

Møguleikar verða eisini fyri ríðing hjá fólki, ið hava rørslu- og/ella menningartarn í gerandisdegnum. Ríðing hevur nógvar fyrimunir bæði sálarliga og likamliga. Ríðing stimbrar bæði rygg og kropsligu javnvágina. Samvera við rossum styrkir eisini um sjálvsvirðingina og sjálvsáliti.

Eg tori eisini at siga at Vága kommuna og býráðslimir øll hesi árini hava verið ein góður viðspælari. Onkur heldur kanska at tit hava fingið ov nógv. Eg vil heldur siga, at vit hava givið tykkum gularøtur á vegum, og tit hava trúliga gingið aftaná, og eru næstan komnir á mál.

Eg farið at enda at bera tykkum eina heilsu frá Vága kommunu og Bjarna Prior, borgarstjóra sum í dag fyllir 50 ár. Hann lovaði at verða her, tá høllin verður 50 ár, og legði afturat, bið Regin minna meg á tað.

Hjartaliga til lukku! Lat okkum klappa fyri øllum teimum, sum hava gjørt hetta møguligt.

Albert Ó. Ellefsen

varaborgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder