2022-07-16 09:34

Høllin ið Vágafólk hava reist í dag í Miðvági man vera eitt tað besta dømi um at treiskni og áhaldni enn finst í summum fólkum.
Tit sum hava staðið fyri arbeiðinum, hava alt rós uppiborið, sjálvt tá harðast hevur leikað á, hava tit ikki givið skarvin yvir, men treisknir hildið á fram við arbeiðinum. Eg vænti ikki eg fari nógv skeivur um eg siga at minst 99% av arbeiðinum í høllini er sjálvboðið.
Fíggjarliga hevur ofta staðið á gomlum nøglum, men Regin hevur sitið fastur á kassanum, so skuldin man vera lítil og eingin í mun til virðið sum er í tílíkari høll.
Hjartaliga til lukku við arbeiðinum higartil og blíðan byr framyvir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald