Vinna

Reiðarafelagið fyri Handilsskip frídømt í gerðarrættarmáli

.

2025-07-08 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Føroya Skipara- & Navigatørfelag legði í 2023 eitt mál fyri Fasta Gerðarrætt, har teir kærdu Reiðarafelagið fyri Handilsskip fyri brot á sersáttmálan fyri frálandavinnuna um hvussu ferðadagur skal lønast. Hósdagin 3. juli kom úrskurðurin, sum gevur RFH frídøming.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip varð í farnu viku frídømt í máli, sum Føroya Skipara- & Navigatørfelag, og seinni eisini Maskinmeistarafelagið, hevði reist fyri Fasta Gerðarrætt. Málið snúði seg um, hvørt dagur skal roknast sum arbeiðsdagur ella frídagur, tá skipari ella styrimaður verður avloystur ella fer í land.

Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið kravdi, at dagurin, tá skipari ella styrimaður verður avloystur, skuldi roknast sum arbeiðsdagur og geva rætt til ein frídag. Reiðarafelagið fyri Handilsskip helt uppá, at talan er um ferðadag, sambært galdandi sersáttmála og longu rótfestu praksis innan vinnuna.

Gerðarrætturin tók undir við sjónarmiðunum hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og staðfesti, at sambært orðaljóðinum í § 4 í sersáttmálanum, er dagurin, tá arbeiðstakarin fer í land, at rokna sum ferðadagur, og at hetta ikki gevur grundarlag fyri eyka frídegi. Samstundis varð staðfest, at avtalan ikki inniheldur reglur um sonevndan “skiftisdag”, og tí kann slíkur dagur heldur ikki tulkast inn í skipanina.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um úrskurðin, ið staðfestir verandi skipan og praksis í sambandi við ferðadagar hjá manning umborð á størri handilsskipum.

Til ber at lesa úrskurðin her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder