Ítróttur

Rebekka: Vit hava nakað at løna aftur

Áðrenn fyrstu venjingina hjá kvinnulandslðnum, sum nú fyrireikar seg til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra, fekk FSF Varpið orðið á Rebekku Fjallsá Benbakoura

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-09 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Komandi fríggjadag klokkan 16:45 skal føroyska A-landsliðið við kvinnum aftur í eldin, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin í næstu viku, og verður tað á útivølli móti Andorra.

Ein av teimum, ið aftur hesaferð myndar føroyska hópin, er Rebekka Fjallsá Benbakoura, ið hevur spælt 18 A-landsdystir fyri Føroyar.

Seinnapartin mánadagin var fyrsta venjingin á skánni, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Rebekku, ið millum annað sigur, at hon vónar at tær kunnu hevna tapið fyri Montenegro fyrr í ár, hóast tær eru greiðar yvir, at hetta allarhelst er besta liðið í bólkinum, ið nú kemur til Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder