Vinna

Prísurin á brennievni er aftur lækkaður

EFFO broytti prísirnar í gjár, og Magn hevur broytt teir í nátt.

2022-11-30 08:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun kostar ein litur av bensini 12,04 kr, og er tað tað sama. Bensin prísurin toppaði tann 16. juni í ár, tá kostaði ein litur 15,48 kr. Prísurin á bensini er lækkaður 3,44 kr/liturin síðani í summar. Prísvøksturin á bensini er annars 16% síðani tann 1. januar í ár.

Prísurin á dieseli er lækkaður niður á 12,43 kr/liturin hjá Magn, hjá EFFO kostar ein litur av diseli í morgun 12,68 kr. Diesel toppaði tann 22. juni, tá kostaði ein litur 13,99 kr. Prísvøksturin á dieseli er 48% higartil í ár.

Hjá Magn kosta 1000 litrar av gassolju fyri 11813 kr, og er tað 1,50 kr/liturin minni enn tá ið prísurin toppaði 29. juni. Hjá EFFO kosta 1000 litrar av gassilju 12.313 kr. Prísvøksturin í ár er 53%.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder