Vinna

Polar Princess Black-Out í millum Stong og Eystnes

Í gjár kl. 18:25 fekk Vørn boð frá grønlendska skipinum Polar Princess, at teir høvdu fingið Black-Out, teir vóru tá staddir millum Stong og Eystnes.

2022-11-22 07:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Polar Princess fekk Black-Out, staddir í millum Stong og Eystnes. Brimil lá N-fyri, so Pressarin bleiv tilkallaður og fór út í móti Polar Princess at verða st.by. Polar Princess fekk løtu seinni í gongd aftur og helt leiðina E-eftir.

Polar Princess var komin á Havnina fyri tveimum døgum síðan eftir útgerð til túr í Barentshavinum.

Polar Princess er í morgun staddur á 63N og 3,5V.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder