Ítróttur

Per tók øll á bóli

36 ára gamli Per Símunarson Hansen byrjaði at skjóta við boga og píli í november. Leygardagin fór hann heim við FM-gullinum í recurve eftir at hava vunnið óvanliga spennandi hólmgongur í bæði hálvfinaluni og finaluni. Báðar máttu avgerast við shoot-off, og í finaluni var enntá neyðugt við sentimeturmáli at finna shoot-off-vinnaran

2024-03-20 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað bleiv ein frálíkur kappingardagur hjá øllum, tá FM í innandura bogaskjóting á 15 og 18 metrum var í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin, men tað er onki at taka seg aftur í, at tað var FM-dysturin hjá monnum við recurve-boga, ið vakti nógv størstan ans.

Tí her gjørdist Per Símunarson Hansen úr Ørvi nýggjur føroyameistari, og tað er onki minni enn ein sensasjón, tí tað er bara hálvur fimti mánaði síðan, at 36 ára gamli toftamaðurin yvirhøvur byrjaði at skjóta við boga og píli. Í Grand Prix-kappingunum í vetur hevur tað eisini oftast verið klassamunur millum hann og teir meira royndu skjúttarnar, tó at hann í seinastuni meira enn so hevur hvest frá sær í onkrari kapping.

Hans Petur byrjaði væl

Men við eldhuga og stríðsvilja røkkur tú ofta langt. Per hevur eisini vant nógv, ógvuliga nógv, sigur hann sjálvur. Og recurve-venjarin hjá honum er ongin annar enn liðfelagin og landsliðsskjúttin Hans Petur Højgaard, sum vann FM í bæði innandura og uttandura bogaskjóting í fjør. Hann var eisini greiður favorittur at vinna leygardagin.

Í innleiðandi kappingini var heldur onki, ið bendi á, at nøkur sensasjón var í væntu hjá recurve-monnunum.

Hans Petur, sum hevur skarað framúr í allan vetur, vann innleiðandi kappingina trygt við samanlagt 541 stigum, og her endaði Per aftast saman við Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen. Teir fingu báðir 494 stig og skuldu í duell um at sleppa í hálvfinaluna ímóti Hans Peturi.

Eggaba, sum vann bronsu í FM innandura í fjør, men ikki hevur verið í kapping í longri tíð, gav Peri skarpan gang, og eftir trý umfør stóð á jøvnum. Men so vann Per tvey tey seinastu umførini og harvið hálvfinaluplássið.

Lærlingurin og lærumeistarin

Tað bleiv av sonnum ein hálvfinala ímillum lærling og lærumeistara, tí síðan 1. november, tá Per byrjaði at venja bogaskjóting í Ørvi, er tað í fyrsta lagi Hans Petur, sum hevur vant hann.

Tað var skjótt, at øll eygu vóru vend móti hólmgonguni ímillum teir báðar. Tí tað gekk javnt á. Eftir trý umfør stóð á jøvnum, og tá Hans Petur so rakti púra við síðuna av við einum píli í fjórða umfari, var sensasjónin í eygsjón. Tí feilskotið gjørdi, at hann tapti umfarið so ruddiliga.

Hans Petur reistist tó aftur, vann fimta umfarið, og tískil endaði regluliga duellin við javnleiki 5 – 5.

Hálvfinaluvinnarin mátti tískil finnast við shoot-off, og her vísti lærlingurin, at lærumeistarin kanska hevur verið í so grammur at læra frá sær. Í hvussu er rakti Per 10’aran, meðan Hans Petur rakti 9’aran.

Hans Petur iðraði seg sjálvandi um ósigurin, sum var hansara fyrsti í vetur.

- Men tá tað nú skuldi verða, so eri eg ógvuliga fegin um, at tað var ímóti Peri, og nú vóni eg bara, at hann fer allan vegin og tekur gullið, segði hann beint eftir, at hann hevði givið Peri lógvatak og ynskt honum til lukku við hálvfinalusigrinum.

Millimetrar á muni

Hin hálvfinalan, sum stóð ímillum Bárð Magnusson, Vágaskot, og Michael Feldballe, Tambar, var eisini ógvuliga spennandi. Eftir fýra umfør stóð á jøvnum 4 – 4, men so vann Michael tað fimta og avgerandi umfarið.

Finalan bleiv ikki minni spennandi enn hálvfinalurnar. Fyrsta umfarið var púra javnt, og síðan skiftust teir um at vinna umførini tepurt, so tað aftur stóð á jøvnum eftir fimm umfør.

Sostatt skuldi finalan eisini gerast av við shoot-off, og tað bleiv ein gysari við lít. Báðir raktu 9’aran, men tað bar ikki til við berum eygum at gera av, hvør var nærri miðjuni. Her mátti tummastokkurin finnast fram, og tá liðugt var at máta, var greitt, at Per hevði rakt 7-8 millimetrar nærri miðjuni á sínari málskivu enn Michael.

Rómurin var sjálvsagt serliga stórur hjá teimum í Ørvi, men nýggi FM-vinnarin var bæði lítillátin og eyðmjúkur.

- Eg havi jú fingið ógvuliga stóra og góða hjálp, var tað fyrsta, hann segði, tá sigurin var greiður.

Per takkaði øllum í Ørvi fyri stóra stuðulin, ikki minst Hans Peturi, sum hevur lært hann at skjóta við recurve-boganum og allatíðina vant hann og eggjað honum til.

Hans Petur minst bilsin

Tað var sjálvandi sárt hjá Hans Peturi at missa á stokkinum í síni seinastu innandurakapping í vetrarhálvuni. Hann hevur vunnið allar undanfarnu Grand Prix-kappingar í vetur. Men nú leygardagurin royndist minni gott hjá honum, var hann helst tann, sum var minst bilsin av, at júst Per Símunarson Hansen streyk avstað við gullinum.

- Eg havi jú fylgt honum, síðan hann byrjaði, sæð hvussu nógv hann hevur vant, og hvussu skjótt hann hevur tikið seg fram. So eg eri ógvuliga fegin um og ikki sørt errin, at tað akkurát bleiv hann, sum vann, tá eg sjálvur ikki rakk á mál, segði Hans Petur.

Heilt sørur var hann heldur ikki sjálvur, tí hann vann bronsufinaluna ímóti Bárði Magnusson og harafturat Grand Prix-kappingina við fullum stigatali. Í Grand Prix eru tað bara tær innleiðandi kappingarnar sum telja við.

Í bronsufinaluni mundi Hans Petur tó aftur verið um ein háls. Bárður hvesti av álvara frá sær og kom fram um 4 – 2. Men so gjørdi Hans Petur bart tvey tey seinastu umførini og skjeyt seg til sigurs.

Jagoda í serflokki

Hinar kappingarnar um FM-heiðursmerkini leygardagin buðu ikki uppá sensasjónir sum hana hjá recurve-monnunum, men hjá recurve-kvinnunum lagaðu plaseringarnar seg øðrvísi samanborið við Grand Prix-kappingarnar.

Ein spildurnýggjur skjútti var eisini við í FM-appingini. Tað var Jagoda Wardak, ið er ættað úr Póllandi, men fyri stutt síðan er flutt til Føroya.

Í Póllandi hevur hon verið frammalaga í bogaskjóting, og tað sást eisini aftur leygardagin, tá hon at kalla ikki snávaði frá fyrstu pílunum í innleiðandi kappingini, til hon vann 6 – 0 á Leu Karinu Haraldsen, Vágaskot, í finaluni.

Silvur til stjørnuskot

Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, sum samanlagt hevur klárað seg best í Grand Prix-kappingunum í vetur, hevði eina vánaliga innleiðandi kapping leygardagin. Hon bleiv nummar fýra, og tað merkti, at hon skuldi skjóta hálvfinalu ímóti júst Jagodu. Tóra Dinna tapti 1 – 7, og í bronsufinaluni ímóti systkinabarninum Mariannu Reynskor tapti hon 0 – 6.

Lea Karina, unga stjørnuskotið í Vágaskoti, vann sína semifinalu ímóti Mariannu, og hóast hon onki kundi gera við krútsterku Jagodu í finaluni, so var silvurheiðursmerkið kærkomið og ein góð konfrimasjónsgáva hjá Leu Karinu – í gjár, dagin eftir FM, bleiv unga sandavágsgentan nevniliga fermd í Sørvágs Kirkju.

Barbogin var við

Tíbetur fyri bogaskjótingina sum heild var barbogin eisini umboðaður í FM-kappingini hjá teimum vaksnu á 18 metrum leygardagin.

Gaman í vann Lilja Strøm Winther úr Team SuðurSkot sítt gullheiðursmerki uttan mótstøðu, men hjá monnunum bleiv talan um eina ógvuliga spennandi hólmgongu ímillum teir báðar Frank Madsen og Thomas Christensen, báðir úr Team SuðurSkot.

Bara eitt stig var á muni í innleiðandi kappingini, sum Frank vann 208 – 207, og í finaluni gekk eisini javnt á. Eftir fýra umfør stóð á jøvnum 4 – 4, men so gekk av skriðuni til hjá Thomas í fimta umfarinum, sum Frank vann so ruddiliga og við tí eisini finaluna og FM-gullið.  

Jóannes varðveitti heitið

Hjá compound-monnunum helt Jóannes Poulsen fast í góðu gongdina, hann hevur havt í heimligum høpi í longri tíð. Hann vann FM í bæði innandura og uttandura bogaskjóting í fjør, og hann varðveitti heitið í FM-kappingini á Eiði leygardagin.

Endaúrslitini avspeglaðu væl innleiðandi kappingina, sum Jóannes vann framman fyri Nikkel Petersen, Ørvur, Bogi Andreasen, Vágaskot, og Jógvan Niclasen, Tambar, í nevndu røð.

Jóannes og Nikkel vunnu síðan sínar hálvfinalur ímóti ávikavist Jógvani og Boga. Finalan ímillum Jóannes og Nikkel bleiv tøtt, men Jóannes var tó omaná og vann 143 – 140.

Eisini bronsufinalan ímillum Jógvan og Boga bleiv spennandi, men tá avtornaði vann Bogi við einum stigi, 140 – 139.

Rakul vann gull

Rakul Dam, Tambar, vann sítt FM-gullheiðursmerki í compound uttan mótstøðu. Tað er tó í samsvari við gongdina í vetur, har hon hevur vunnið flest gullheiðursmerki í kappingini ímóti einsamøllu mótstøðukvinnuni Helenu við Misá, Ørvur. Hon var farin uttanlands og tók tí ikki lut í kappingini leygardagin. Helena varðveitti tó heitið sum Grand Prix-vinnari, tí hon hevur klárað seg betur samanlagt í innleiðandi kappingunum í vetur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder