Ítróttur

Pauli skal koyra í føraratroyggjuni í morgin

Í dag byrjaði stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Fyrsti dagur, og 1. etapa. Vegna verkfallið eru nakrar broytingar gjørdar í ársins útgávu av kappingini.

2024-06-05 20:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ætlanin var at Kring Føroyar skuldi byrja í Klaksvík, at súkklarar skuldu koyra teinin úr Klaksvík til Kunoyarbygd og aftur til Klaksvík, men Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag valdi at hugsa tankan "best fyri flest". Tí bleiv Einkultstarturin fluttur til Eysturoynna soleiðis, at flest allir luttakarar høvdu styttri leið til startin. 

Eysturinoyggin bleiv karmur um 1. etapu, og gekk leiðin úr Runavík til Skálabotn, og aftur til Effostøðina í Runavík. Startur var frá Effostøðini í Runavík. 
Pauli Poulsen vann tryggan sigur, og skal hann tí koyra í Kring Føroyar føraratroyggjuni í morgin. Sannførandi sigur, og Pauli vann við hálvumøðrum minutti aftur til nummar tvey, sum í dag gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Meðan Pauli brúkti 39 minuttir og 16 sekund, so brúkti Bergtór 40 minuttir og 40 sekund um teinin. 
Jákup Petur Eliassen hevur seinastu mongu árini verið ein av okkara sterkastu súkklarunum í hesari grein. Tað var hann eisini í dag, men í dag bleiv tað til eitt bronsuheiðursmerki til Jákup Petur. Jákup Petur brúkti 40 minuttir og 52 sekund.

Súsanna var flúgvandi
Eins og sigurin hjá Paula var sannførandi hjá monnum, so var sigurin hjá Súsonnu Skylv somuleiðis tryggur. Kvinnurnar koyrdu sama tein sum menninir, og brúkti Súsanna 44 minuttir og 9 sekund um teir 24 kilometrarnar. Tað vóru ellivu minuttur aftur til nummar tvey, sum í dag var Súsanna Eliassen. 

2. etapa verður í morgin, og tá skulu súkklararnir aftur súkkla í Eysturoynni. Starturin verður í Kambsdali, og gongur leiðin til Oyndarfjørð. Her verður vent, og so gongur leiðin aftur til Kambsdal. Men áðrenn vinnarin hjá kvinnum og monnum verður funnin, skulu súkklarar halda leiðina fram til Fuglafjørð, niðan Muntrabrekkuna, og so aftur til Kambsdal. 
Kappingin byrjar klokkan 14, og er teinurin góðar 60 km langur, við umleið 1800 hæddarmetrum. 

Úrslit frá 1. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar 2024 er á leinkjuni niðanfyri: 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder