Av teimum 10, sum eru úttikin, eru heili 7 við á fyrsta sinni, so hesaferð er talan um ein væl yngri hóp av leikarum, enn vit eru von við.
Rannvá Djurhuus Carlsson, sum hevur vunnið nógvar sigrar fyri Føroyar er við barn, og er tí ikki við hesaferð.
“Vit fegnast um, at føroyskt badminton eigur stinnar leikarar, sum halda áfram at íðka, og somuleiðis ein sterkan hóp av yngri leikarum, sum eru klár at taka við”, sigur Katrin Jacobsen forkvinna í Badmintonsambandi Føroya.
Magnus Dal-Christiansen, Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini hava fyrr umboðað Føroyar, hini eru nýggj og hava fleiri av teimum staðið seg væl í kappingum í meistararekkjuni í Danmark. Ranja Joensen, sum enn er U15 leikari, hevur eisini góð úrslit í eliturekkjuni í Danmark.
Somuleiðis er ungdómslandsliðsvenjarin Wong Fai Yin partur av oyggjaleikahópinum. Vit vita, at mótstøðan á Oyggjaleikum er hørð, og hava vit góðar vónir til kappingina á Guernsey, hóast flestu leikararnir ikki hava roynt hetta fyrr. So spennandi verður, hvussu luttakastið til liðkappingina verður, tí tað kann verða avgerðandi fyri endaliga úrslitinum.
Nú gleða vit okkum fyrst og fremst til Kontrast FM 15. apríl, har okkara leikarar fara at kappast um, hvør verður føroyameistari í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.
Vit ynskja øllum bestu eydnu og fara í spenningi at fylgja dystunum. Somuleiðis hjartaliga tillukku til Rannvá, nú hon skal vera mamma. Kanska ein ungur badmintonleikari fer at mennast har, nú bæði mamman og pápin eru badmintonspælarar.
Hópurin er hesin:
Fai Yin Wong HBF
Magnus Dal-Christiansen HBF
Árant á Mýrini MBF
Jónas Djurhuus HBF
Asbjørn Heide Olsen HBF
Mia Thorkildshøj HBF
Miriam í Grótinum HBF
Sanna Thorkildshøj HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen KBF
Ranja Joensen KBF
Landsliðsvenjari: Sune Gavnholt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald