Mentan

Ólavsøkuframsýning við Edith Mørkøre í ListGraFo í Finsen

-

2024-07-27 19:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag sýnir listakvinnan Edith Mørkøre fram málninga- og prentlist í hølunum hjá ListGraFo í Finsen. 
ListGraFo er í tøttum samstarvi við onnur listgrafisk verkstøð í Norðurlondum. Í tí sambandi hevur Edith Mørkøre í juni 2024 arbeitt sum skiftislistafólk á Fyns Grafiske Værksted og eru fleiri av verkunum á framsýningini gjørd í hesum tíðarskeiðnum. 

Framsýningin er opin soleiðis: 
Ólavsøkuaftan 28. juli frá kl 16.00 til kl 19.00 
Ólavsøkudag 29. juli frá kl 16.00 til kl 19.00 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder