Ítróttur

Obbekjær verður verandi

Daniel Obbekjær kom til 07 Vestur miðskeiðis í kappingarárinum í ár. Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum.

2022-10-27 19:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hann hevur eisini víst seg at hava evnini at leiða okkara verjuspæl og at rudda burtur, tá ið á stendur.


Daniel Obbekjær var heilt yviri í Kanada og vendi, áðrenn hann kom til 07 Vestur. Hann hevur evnini sum fáur og hevur spælt á ungdómslandsliðunum hjá Danmark, frá U16 til U19.

Vit gleða okkum at síggja Daniel í 07 Vestur troyggjuni eitt ár afturat, tað skrivar 07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder