Ítróttur

Nýtt graslíki á vøllin við Stórá

Vøllurin, ið liggur á nú, er frá 2012

2023-04-13 17:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tvøroyri:

SÁTTMÁLIN UNDIRSKRIVAÐUR – NÝTT GRASLÍKI Á VØLLIN VIÐ STÓRÁ
Á hugnaligari løtu í dag, í Ítróttardeplinum við Stórá, varð sáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu, um at leggja nýtt graslíki á vøllin við Stórá. Vegna Tvøroyrar kommunu undirskrivaðu borgarstjórin, Kristin Michelsen og Fróði Mortensen, kommunustjóri. Vegna Føroyamøblasølu undirskrivaði Birgir Andreasen.
Vøllurin, ið liggur á nú, er frá 2012 og var eisini frá Føroya Møblasølu. Vøllurin hevur tænt Tvøroyrar Bóltfelag, borgarum í Tvøroyrar kommunu, og øðrum við, sera væl, hesi seinastu 11 árini - nú var tíðin tó komin til at skifta vøllin. Vøllurin hevur sjálvandi verið fyri ávísum sliti, eftir at hava verið dúgliga brúktur, hóast sera væl viðlíkahildin.
TAÐ SEINASTA OG BESTA INNAN GRASLÍKISVØLLIR
Birgir Andreasen sigur, at vøllurin er av slagnum DOMO Vario Slide-S Pro frá belgiska felagnum DOMO. DOMO hevur heimspatent upp á hetta serliga slagið av kunstgrasi – við Stórá verður tað 6 cm høgt – gamli vøllurin hevði 5 cm høg grasstrá. Tað serliga við hesum grasinum, er, at tað er samansett fipur. Eina fiprið er skapt sum ein borur – tá traðkað verður á tað, so leggur tað seg ikki flatt, men rættar seg sjálvt upp aftur. Hitt fiprið leggur seg yvir fylluna, sum er tundur, fyri at fylla skal verða verandi í grasinum.
Gomlu vøllirnir brúka gummigranulat sum fyllu, men hetta verður nú ikki mett sum umhvørvisvinarligt og tí verður við nýggja vøllinum farið yvir til tundur. Nevnast kann, at hetta slagið av fyllu verður so at siga ikki longur brúkt og verður eisini forboðið í framtíðini. Sjálvt tá kavi verður ruddaður, verður fyllan liggjandi – hetta sást eitt nú seinast kavi var, á vallum av sama slagi norðanfjørðs.
Birgir sigur, at hetta er tað seinasta og besta innan fyri graslíkisvøllir. Birgir er sera takksamur fyri at Tvøroyrar kommuna enn einaferð hevur víst felagi hansara álit og hevur valt tað sum veitara til enn ein vøll. “Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við Tvøroyrar kommunu”, segði hann. Birgir greiddi eisini frá, at týsku veitararnir, DOMO, hvørja einastu ferð teir hava verið her, hava nevnt hvussu einastandandi gott viðlíkahaldsarbeiði er gjørt við vøllin og økið kring hann - “Anton Øster (umsjónarmaðurin, Red.) er beinleiðis orsøk til at hesin vøllurin er best røktaði vøllurin í landinum, ið vit hava veitt”, segði Birgir Andreasen. Anton Øster, ið er umsjónarmaður á Ítróttardeplinum við Stórá, rak í mong ár gartnarí á Sevmýri og tað segði Birgir sást aftur í viðlíkahaldinum av vøllinum.
BORGARARNIR Í TVØROYRAR KOMMUNU EIGA ØKIÐ VIÐ STÓRÁ
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur, at avgerð um at skifta vøllin varð tikin á heysti í 2022, tá samráðingar vóru um fíggjarætlan fyri 2023, hjá Tvøroyrar kommunu.
Hann sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur havt sera góðar royndir av samstarvinum við Føroya Møblasølu og tí fall valið aftur á hesa fyritøku. Livitíðin av vøllinum, ið er væl longri enn aðrir vallir av sama slagi, hevur eisini verið ein orsøk til, at valið fall á Møblasøluna, segði borgarstjórin. Kristin vildi eisini vísa á, at tað er sera týdningarmikið at fáa sett tey røttu fólkini til at taka sær av tílíkum deplum – “verður tað ikki gjørt so forfellur tað og tað skal Anton Øster eiga stóra tøkk fyri, at hann hevur røktað økið so væl”.
Borgarstjórin sigur annars, at hetta er triðji vøllur hann hevur verið við til at samtykt sum býráðslimur í Tvøroyrar kommunu. Hin fyrsti var vøllurin á Sevmýri í 80-unum.
Kristin sigur, at vøllurin hevur stóran týdning fyri kommununa. “Vøllurin er ogn hjá borgarunum í Tvøroyrar kommunu og saman við komandi neystinum hjá FSR, ið Tvøroyrar kommuna er høvuðsstuðul av, er vónin at hetta fer at vera við til at stuðla upp undir trivnaðin hjá borgarunum og menningina av býi okkara”, sigur hann.
Kristin leggur skemtiliga afturat, til seinast, at vónandi verður ikki sum í 2012, tá vøllurin at byrja við vísti at veraseg ov lítil og ávísur lágvaksin persónur fekk skuldina fyri at hava skrittað vøllin av. Til hetta legði Birgir afturat, sambært Kristin, at var tað Birgir sjálvur, ið skrittaði hann av, so var hann nokk vorðin ov langur. Borgarstjórin legði annars afturat, at tað málið varð avgreitt í sátt og semju og var væl avgreitt.
EIN GLAÐUR FORMAÐUR Í TB
Til staðar í dag, var eisini formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag, André Dalfoss. “Hetta er øgiliga stórt og gott fyri okkum sum felag”, segði hann. “Vøllurin er 11 ár og er sjálvandi slitin av nógvu nýtsluni, seinastu mongu árini”, segði hann. Formaðurin segði eisini, at har er sera nógvur aktivitetur við Stórá, gjøgnum vikuna – Betri liðið hjá monnum venur 5 ferðir um vikuna við uml. 25 monnum og Betri liðið hjá kvinnum venur bæði við Stórá og í Vági. TB hevur eisini eitt 3. deildarlið og eina stóra ungdómsdeild, ið dagliga brúka vøllin.
André segði, at hann gleðir seg til at fáa nýtt graslíki á. Hann minnist aftur til 2012, tá gamli vøllurin bleiv lagdur á, hvussu glað øll vóru.
“Eg vil takka Tvøroyrar kommunu fyri eitt fantastiskt samstarv og fyri henda glæsiliga, nýggja vøllin, ið vit skjótt fáa gleði av. Eisini vil eg senda eina serstaka tøkk til Anton Øster, fyri eitt einastandandi gott samstarv og arbeiði á Ítróttardeplinum við Stórá – TØKK vegna Tvøroyrar Bóltfelag”.
10 DAGAR AT LEGGJA Á
Í skrivandi stund fáa vit ikki sagt júst nær byrjað veður at skifta graslíkið, men tað verður einaferð í summar. Áðrenn sjálvt teppið kann leggjast á, skal ymiskt forarbeiði gerast og tað stendur P/F Articon fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder