Ítróttur

Nýtt graslíki á Dungasand

Í gjár handaði Føroya Møblasøla Sørvágs kommunu nýggja graslíkisvøllin á Dungasandi.

2024-07-17 09:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingið avbera væl. Byrjað varð hósmorgunin og longu í dag, týsdag, var arbeiðið liðugt, og kl. 15:00 var vøllurin handaður kommununi. Ein fyritreyt fyri at leggja vøllin á er at tað skal vera turt, og veðrið hevur hepnast væl hesar dagarnar.

Longu tveir tímar seinni var besta liðið hjá 07 Vestur á vøllinum og vandi.

Graslíkið er frá Domo Sports Grass, tað er í hægstu góðsku og FIFA góðkent. Fyllan er umhvørvisvinarligt hágóðsku tundur. Gamla graslíkið var frá 2017, og nú varð tíðin búgvin at skifta tað út.

Alt økið kring Dungasand verður fríðkað, og nú er næstan komin á mál. Skýlið manglar tó enn at gerast liðugt, men tað verður væntandi seinni í ár. Fótbóltskappingin er í løtuni í summarfrí.

Næsti heimadystur verður sunnudagin 4. august, tá føroyameistararnir úr KÍ koma á vitjan.

Sørvágs kommuna ynskir 07 Vestur og øllum í kommununi góða eydnu við nýggja vøllinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder