Ítróttur

Nýtt álops-ess í 07 Vestur

Vit kunnu við stoltleika bjóða nýggjum álopsspælara vælkomin á Dungasand.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2022-11-07 11:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er Uros Stojanov, sum hevur spælt við Skála part av undanfarna kappingarár, eftir at hava verið í B36. Farna kappingarárið hevur Uros skorað 11 mál. Áðrenn hann flutti til B36, spældi hann við ÍF, har hann var ein sonn málmaskina.
Ein av okkara avbjóðingum í ár hevur verið at umseta inlegg til mál. Vit hava havt ótrúliga nógv innlegg, og ikki nógv av hesum eru umsett. Her vænta vit, at styrkin hjá Uros fer at koma okkum serliga til góðar.
Uros er 33 ára gamal, og kemur úr Serbia. Áðrenn hann kom til landið spældi hann við ymiskum liðum úr Serbia. Hann er 1,89 m. Høgur. Hann hevur skorað 38 mál, síðani hann kom til Føroyar.
Vit vilja bjóða Uros hjartaliga vælkomin til okkum, og vóna at hann fer at trívast væl.

Tíðindaskriv frá 07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder