Ítróttur

NÝGGJUR FORMAÐUR: KÓSIN VERÐUR HILDIN

Jens Kristian Haraldsen, nýggi formaðurin í 07 Vestur, ætlar at leggja orku í at gera felagið meira sjónligt og styrkja tað sum felag, men hann ætlar ongar kollveltandi broytingar – strategiin hjá nevndini er óbroytt

2024-04-02 17:50 Author image
Ingolf S. Olsen
placeholder

Dystarblaðið til dystin millum 07 Vestur og EB/Streym:

- Jón hevur gjørt eitt gott arbeiði sum formaður, og eg fari at halda fram við somu kós – tað merkir, at strategiin hjá nevndini verður ikki broytt. Sjálvandi havi eg onkur hugskot um átøk og broytingar, men tað er alt ov tíðliga at koma út við nøkrum sovorðnum enn, tí vit hava nóg mikið at gera við at fáa tað praktiska upp á pláss í sambandi við, at fótbóltskappingarnar júst eru byrjaðar.

Tað sigur Jens Kristian Haraldsen, sum 16. mars tók yvir formanssessin í 07 Vestur eftir Jón Nordendal. Trónuskiftið var av tí friðarliga slagnum við tað, at Jón, ið hevur verið formaður tey seinastu fimm árini, sjálvur bað um at sleppa úr sessinum. Hann varðar av umfatandi útbyggingini, sum nú er í gerð á Dungasandi í Sørvági, heimavøllinum hjá Betri-liðnum, og hann fer framvegis at røkja ta krevjandi uppgávuna fyri felagið, eins og hann heldur fram sum limur í starvsnevndini.

Jens Kristian Haraldsen var framm- anundan næstformaður í 07 Vestur og hevur havt sæti í starvsnevndini í nøkur ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder