Tað vil siga, at tá ið kommunulæknar framyvir skulu senda ávísingar har illgruni er um krabbamein, tá skulu ávísingarnar sendast til móttøkueindina – Krabbaútgreining.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um nýggju móttøkueindina:
Tað er sera jaligt, at eitt týðandi tilmæli í Krabbameinsætlanini nú verður sett í verk. Við einari felags móttøku fáa vit eina greiðari og tryggari skipan, sum kann stytta bíðitíðir og gera sjúklingagongdirnar betri, tá illgruni er um krabbamein.
Nýggja móttøkan verður staðsett og skipað á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har ávísingar verða mettar og neyðugar kanningar bílagdar skjótast gjørligt.
Sjúkrahúsverkið væntar, at nýggja skipanin fer at geva betri yvirlit og skrásetingar umframt lættari arbeiðsgongdir hjá bæði kommunulæknum og sjúkrahúsverkinum – og fram um alt tryggja, at útgreining og viðgerð verður sett í verk skjótast gjørligt, tá illgruni er um krabbamein.
Kunning og leiðreglur fyri fakfólk eru tøkar á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum - Krabbaútgreining - Sjúkrahúsverkið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald