Tað er umráðandi, at hugsa verður um hvar krossurin verður settur. Ikki bert “tí vit eru í familju” ella “kenna hvønn annan væl” men tí, at viðkomandi kann taka umráðandi avgerðir fyri øll í kommununi komandi fýra árini.
TRIVNAÐUR ER HJARTASLÁTTURIN Í EINUM VÆLVIRKANDI SAMFELAGI!
Eg vil arbeiða fyri at skapa fleiri møguleikar til ítrív, mentan og sosial tiltøk fyri allar aldursbólkar.
Nógv verður tosa um børn, ung og eldri, men tað er eisini umráðandi at aldursbólkurin har í millum verður hjúklaður um. Tað er hesin bólkurin, sum fíggjar vælferðaskipanini við síni skattainntøku, og er drívmegin í samfelagnum. Tað er teirra orka og íkast, sum halda hjólunum gangandi, tískil er tað avgerðandi at teirra trivnaður verður tryggjaður!
Vága kommuna hevur ment seg nógv fýra tey seinastu árini, men enn er pláss fyri batum:
- Farleiðin inn á Giljanes má og skal raðfestast.
- Strekki millum barnagarðin og Virkishúsið í Sandavági er lívshættisligt fyri øll í ferðsluni. Her skal ein trygg loysn finnast.
- Góða og fjølbroytta matarskipan til øll børn í Vága kommunu.
- Trivnaðarøkið við vøllin í Miðvági skal gerast.
- Grundøkið har fyrrverandi bilsmiðjan var, skal nýtast til eitt endamál, ið skapar lív í miðstaðarøkinum í Sandavági.
- Í samráð við privatar aktørar skal ein bussleið setast á skrá, soleiðis at tað gerst lættari hjá ungum sum eldri at ferðast millum bygdirnar til eitt hvørt tiltak.
- Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Tað skal vera tiltalandi at vera búgvandi í Vága kommunu, og at venda nøsina heim aftur at festa røtir.
- Útiøkið á Vesturvón skal fjálgast um, fyri at betra um lívsgóðskuna hjá búfólkunum.
- Eldraíbúðir skulu byggjast.
- Sjálvboðin skulu virðast og stuðlast.
Eg eri ikki tann fyrsta at bjóða meg fram at tosa alment, men tá eg seti mær nakað fyri, arbeiði eg við ágrýtni og hegni. Sum onkur segði: “tað hendur altíð okkurt har tú ert”
Eg trúgvi, at henda dygd kann gera mun í okkara kommunu.
Set tín kross við eina unga rødd!
X við Beintu Gudmundsen
X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald