Ítróttur

Nú kunnu dialysusjúklingar eisini vitja Sólorku

- Hendan vitjanin undir sponsku sólini er rein heilsubót. Her kann eg sum vanligur sólorkugestur spáka túrar á strondini, vitja áhugaverd støð, eta á góðum matstovum og njóta undirhaldið á Vaglinum.

2022-10-10 19:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Orðini eigur Sigrið Mikkjalsdóttir úr Klaksvík, sum í løtuni vitjar Sólorku saman við manni sínum Gert. Sigrið hevur eingi nýru, sum kunnu reinsa blóð hennara. Kortini kann hon nú vitja sunnanfyri undir tryggum umstøðum, eftir at Sólorka er farin at bjóða gestum sínum dialysuviðgerð í samstarvi við framkomna sjúkrahúsið í grannalagnum og í samskifti við føroyska heilsuverkið.

- Dialysan gevur mær sama møguleikan sum hinum sólorkugestunum at njóta sponsku sólina og allar hinar upplivingarnar. Viðgerðin sjálv riggar eisini avbera væl. Var eg ummælari, gav eg henni 10 stig av 10 møguligum, leggur Sigrið afturat.

Sólorka hevur sum mál, at øll – uttan mun til avbjóðingar – skulu hava møguleikan at vitja sunnanfyri, og stjórin fegnast tí um nýggju tænastuna. Hann vísir á, at fólk við serligum avbjóðingum verða mangan rakt tvífalt: Tey og teirra hava ein strævnan gerandisdag, samstundis sum tey hava ilt við at sleppa úr hesum sama gerandisdegnum viðhvørt.

- Vit taka í dag ímóti nógvum gestum, sum dragast við ymsar sjúkur, bera ymisk brek ella hava onkran annan serligan tørv, og dialysan er enn eitt stig í arbeiði okkara at tryggja, at so mong, sum yvirhøvur tilber, fáa møguleikan, sigur Tróndur Djurhuus.

Sigrið Mikkjalsdóttir fær hæmodialysu, men ætlanin er eisini, at tey, sum taka posadialysu, kunnu vitja sunnanfyri. Hetta skal gerast í samstarvi við týsku fyritøkuna, ið framleiðir løðin, sum í dag reinsar blóðið hjá sjúklingunum í Føroyum. Harafturat ætlar Sólorka, at fleiri fólk við øðrum avbjóðingum skulu kunna vitja sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder