Veðrið

Nú goysir aftur á Reykjanesi

Fyri løtu síðan fór aftur at goysa á Reykjanesi, tað skrivar visir.is.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-18 22:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gosið er ikki langt frá Halgafelli.

Brádliga um 10-tíðina í kvøld, stóð alt í ljósum loga, skrivar VISIR, tað vóru nógvir smáir jarðskálvtar.

Tað er kanska ringt at vita just hvar tað goysir, men tyrlur eru ávegis at kanna tað.

Gosrivan er 2,8 km. long. - Á midnátt varð sagt, at gosrivan nú er 3,5 km. long.

Flogvøllurin í Keflavík er ikki opin í løtuni.

Dagført klokkan 23:51: Flogvøllurin í Keflavík er opin fyri ferðslu aftur nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder